Albert heldur fram í Fuglafirði

Fleiri spælarar hava eisini longt sáttmálan við silvurvinnararnar

Albert Ellefsen heldur fram sum venjari hjá ÍF. Hann hevur havt eitt framúr kappingarár, har ÍF hevur vunnið silvur heiðursmerki longu undan seinasta umfari. Albert hevur verið í samráðingum við millum annað B36, men formaðurin í ÍF, Magnus Jørmundsson váttar nú, at Albert hevur longt sáttmálan við einum ári.

 

-       Tað er so gott at verða í Fuglafirði, at her fert tú ikki frá uttan at tú verður tveittur út, sigur Albert Ellefsen í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum, sum var í dag.

 

Tað er ikki bara Albert Ellefsen, sum hevur longt sáttmálan. Fleiri spælarar hava eisini longt sáttmálan. Nenad Saric hevur longt sáttmálan við tveimum árum. Eisini Ari Ó. Ellingsgaard, Dánjal á Lakjni og Leivur Joensen hava skrivað sáttmálar fyri komandi kappingarár.

 

Hetta er annað árið á rað, at ÍF hevur vunnið silvur í landskappingini.