Venjarin hjá ÍF, Albert Ellefsen, er ikki í iva um, at ÍF hevði staðið seg betri í kvøld, um hann hevði fullan hóp tøkan til dystin móti Linfield. Gestirnir úr Norðurírlandi vunnu 2-0, eftir at ÍF var betri í fyrra hávleiki og hevði fleiri møguleikar at skora.
- Munurin í dag er breiddin á hópinum. Vit hava ein smalan hóp í dag, meðan útskiftingarnar hjá teimum gera stóran mun, sigur Albert Ellefsen.
ÍF var í kvøld uttan Jákup Mikkelsen, Høgna Zachariasen, Poul Mikkelsen, Leivur Joensen og Clayton Soares, umframt at Dánjal á Lakjuni ikki kundi fáa papírini upp á pláss, tí ÍF mátti brúka einsamøllu loyvdu broytingina í hópinum, til at skráseta ein nýggjan málverja. Sostatt manglaðu seks spælarar, sum kunnu metast allir at hava havt ein møguleika fyri at byrja inni.
Kappingarárið er langt og spælararnir eru ikki yrkisspælarar og hava familju og onnur ting at taka sær av, men Albert Ellefsen heldur eisini, at tað er týdningarmikið at taka evropsku uppgávurnar í álvara.
- Landskappingin er lang og at spæla Europa League er eitt bonus, eisini fyri kassan hjá felagnum, men hetta er tað nevndin hevur valt, sigur Albert Ellefsen og leggur afturat.
- Eg haldi, at tá tú ert við í Europa, so mást tú eisini taka tað í fullum álvara og bjóða av. Men vit kundu eisini fingið eitt verri lutakast og møtt eitt nú Malmø ella Rosenborg, sigur Albert Ellefsen, sum var væl nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki.
Venjarin hjá ÍF vil heldur ikki avskrivað møguleikan fyri at koma víðari, men ásannar, at tað verður ótrúliga torført nú.
Hoyr samrøðuna við Albert Ellefsen undir greinini.