Hvørgin av venjarunum hjá NSÍ og ÍF, Trygvi Mortensen hjá NSÍ og Albert Ellefsen hjá ÍF, sum spældu javnleik 2-2 við Løkin í Runavík ígjár vóru nøgdir við javnleikin.
Trygvi Mortensen iðrar seg um verjumistøk, sum førdu til, at ÍF fekk mál, og Albert Ellefsen ergrar seg um allar javnleikirnar, sum flyta ÍF so lítið á stigatalvuni. Trygvi heldur, at ferian, sum kemur komandi fríggjadag er tiltrongd, so menn kunnu koma seg til seinnu hálvu av kappingini. Albert má gera sínar menn klárar til Europa League.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar við Trygva Mortensen og Albert Ellefsen.