(Sarajevo): Í nógvar mátar minti tað um eina hondbóltsparodi, tá Albania og Georgia spældu sín dyst týsdagin. Albanska liðið, sum mest var átókt inum kurvabóltaliði - bæði í spæli og spæliklæðum - tóktist vera komið í púrasta skeiva kapping. Úrslitið av dystinum var eisini hareftir, tí eftir 30-0 í hálvleikinum vann Georgia dystin við ikki minni enn 61-1. Júst Albania er mótstøðuliðið hjá føroyska liðnum í dag.