Ein annar dystur var leiktur í okkara EM-undankappingarbólki í kvøld.
Í Prag møttust liðini sum vitjaðu Tórsvøll í juni, Kekkia og Albania.
Kekkia var favorittur at vinna dystin, men Albania megnaði javnleik 1-1.
Václav Cerny legði Kekkia á odda í 56. minutti, men 10 minuttir seinni javnaði Nedim Bajrami til 1-1.
Kekkia er oddalið í undanbólki E við átta stigum, Albania hevur sjey stig, Póland hevur seks stig, og Moldova hevur fimm stig. Føroyar eru aftast í bólkinum við einum stigi.
Moldova megnaði í venjingardysti á útivølli javnleik 1-1 móti Eysturríki.
Vitalie Damascan legði Moldova á odda tá bert tríggir minuttir vóru leiktir av dystinum. Michael Gregoritsch javnaði tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
Sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar og Moldova á Tórsvølli.
Sama kvøld klokkan 19.45 spæla Albania og Póland í Tirana.