Albania fær helst nýggja stjórn

Eftir tjóðartingsvalið í Albania um vikuskiftið, heitir albanski sosialistaflokkurin nú á forsætisráðharran, Sali Berisha (myndin), um at viðurkenna ósigurin og leggja frá sær.

Tá 42 prosent av atkvøðunum vóru tald upp, stóð sosialistaflokkurin til at fáa 84 av teimum 120 sessunum í tjóðartinginum, meðan demokratiski flokkurin hjá Berisha bara stóð til at fáa 56 sessir.

Um hetta verður gongdin allan vegin ígjøgnum uppteljingina, merkir tað, at endi er komin á átta ára drúgva stjórnartíðarskeiðið hjá Berisha.

Albania er longu limur í NATO, men vil fegið eisini fáa limaskap í ES, og bæði úrslitið og handfaringin av valinum hava stóran týdning fyri albansku ES-útlitini.