Meðan norðmenn hava valt at goyma sínar oljupengar í einum almennum grunni til komandi ættarlið, fáa fólk í Alaska ein sokallaðan oljukekk á hvørjum ári. Tað merkir kortini ikki, at alt verður útgoldið, tí ein partur fer í ein almennan grunn.
Í ár kemur oljukekkurin tann 12. oktober, men hann er væl minni í ár, enn hann plagar at vera. Í fjør fingu teir umleið 600.000 Alaska-búgvarnir umleið 10.000 krónur í part, men í ár er talið niðan fyri 5.000 krónur. Samstundis hava tey fingið at vita, at nú standa næstan 200 milliardir krónur í oljugrunninum.
Myndugleikarnir í Alaska hava valt at geva fólki ein part av ágóðanum av oljuni, tí tað gevur fólki eina kenslu av, at tað eru tey, sum eiga oljuna. Harafturat hevur útgjaldið góða ávirkan á búskapin í statinum.