Alarmur rak nýggju stjórnina út í tún

Tíbetur var talan um falsk­­an al­arm, men Helle Thorn­ing-Schimdt, Villy Søvn­­dal og øll hini vórðu leyg­ar­dag­in ev­a­­ku­­er­að av Crowne Hotel Plaza á Am­ag­er í Keyp­­mann­­­a­havn, har tey samráðast um nýggja stjórn

Eirikur Lindenskov

Á sama hotteli, sum hevur hýst fólkunum, sum samráðast um nýggja stjórn í Danmark, var eisini árliga ráð­stevn­an »Radio Days«, har um­boð fyri Rás2 eisini vóru við.
Birgir Waag Høgnesen, mark­an­að­­a­r­­leið­ari á Rás2 sum var á ho­tell­i­num leyg­a­r­dag­in sig­ur, at eingin dram­a­tikk­ur var.
– Tey boðaðu í há­tal­ar­u­num frá, at øll skuldu fara út. Tað vísti seg kort­ini at vera ein royk­mask­ina, sum skuldi brúk­ast til veit­s­l­una hjá lut­tak­ar­un­um á »Ra­dio Days«, sum varð royndarkoyrd áðr­enn veitsluna, og onkur helt talan vera um eld, sigur Birgir Waag Høgnesen.
Sløkkiliðið kom á stað­ið bert fimm min­utt­ir eft­ir frá­­boð­­a­n­ina, men talan var tí­betur um tað, sum tey kalla ein »blindan alarm«.
Kortini hevði hendan ev­a­k­u­er­ingin eina av­dúk­ing við sær. Meðan Javn­að­ar­flokk­ur­in, SF og tey Ra­d­i­kalu hava samráðst, so hevur tað ljóðað sum um, at Eindarlistin als ikki er við. Men fólk frá Eindarlistanum komu so í øllum førum út, tá hotellið varð evakuerað, so onkran leiklut hava tey í samráðingunum.