Ferðafólk og onnur, ið høvdu ørindi á flogvøllinum seinnapartin í dag, fingu ein lítlan hvøkk, tá alarmurin á flogvøllinum fór at ýla og gav boð um at fólk skuldu at sleppa sær á dyr.
- Emergency, Emergeny. Øll verða biðin um at fara út beinanvegin, tí tað er ein serlig støða í terminalinum. Farið út. Farið út, ljóðaði gjøgnum hátalararnar.
Fólk á staðnum, ið Miðlahúsið hevur tosað við, upplýsa, at fólk í bygninginum, bæði í fráfaringarhøllini og forhøllini, blivu koyrd á dyr tá alarmurin fór frá.
Skjótt bleiv tó staðfest, at tað var roykur í einum ovni, ið var orsøkin til, at alarmurin fór frá. Sostatt sluppu ferðafólk og onnur eisini skjótt inn aftur í bygningin og flogferðslan kundi halda fram sum vant.

Alarmur for frá - ferðafólk koyrd á dyr

