Venjing
Vágatunnilin:Tað gongur ov illa hjá vágamonnum at fáa boð frá alarmcentralinum i Havn, tá eitthvørt hendir, sum krevur fólk frá sløkkiliðunum í Vágum.
Sunnukvøldið var ein sløkkiliðsvenjing hildin í Vágatunlinum. Venjingin gekk eftir bókini, uttan tað, at parturin hjá alarmcentrlainum var ikki optimalur, sigur Dagfinn Petersen, brandmeistari í Miðvági og Sandavági.
Tað eru sløkkiliðini í Miðvági- Sandavági og í Kvívík, sum hava ábyrgd av Vágatunlinum, tí tunnilin kemur upp í Kvívíkar- og Sandavágs Kommunu.
Dagfinn Petersen sigur, at hann veit ikki rættiliga, hvat tað er, sum er galið. Men tað er okkurt við at fáa boðini víðari frá alarmcentralinum út til avvarðandi í Vágum. Eisini í Vestmanna eru trupulleikar við at fáa boð frá alrmcentralinum.
Sami trupulleikin hevur verið í Kvívík, men har er líkt til, at hann er loystur. Brandmeistari í Miðvági- Sandavági heldur, at tað var eitthvørt, sum Føroya Tele gjøri onkustðani, sum loysti tann trupulleikan.
?So tað átti at kunnað altið seg gjørt her hjá okku meisini. Tí tá tað er í lagi, riggar tilbúgvingin eftir øllum at døma fínt vísir hann á.









