Alarmcentralurin svaraði ikki

Øll teldu- og telefonskipanin hjá løgregluni í Havn helt brádliga uppat at virka um hálvgum 6 tíðina mikumorgunin. Harvið gjørdist eisini landsumfatandi alarmcentralurin óvirkin. ?Hetta kann als ikki góðtakast, sigur vakthavandi á løgreglustøðini

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn visti mikumorgunin at siga, at vantandi telduvirksemið allarhelst stóðst av einum kortslutningi í einum kaðali uttanfyri løgreglustøðina í Jónas Broncksgøtu. Hann visti tó ikki at siga hví kortslutningurin hendi.
? Tað hevur verið nakað av vegarbeiði seinastu tveir mánaðirnar beint eystanfyri løgreglustøðina. Vit vita tað ikki fyri vist, men tað kann so vera ein orsøk til, at skipan okkara er óvirkin í dag. Orsøkin til kortslutningin er tó ikki endaliga staðfest enn, segði vakthavandi.
Spurdur, um kortslutningurin ikki kundi verið menniskjaframdur, svaraði vakthavandi, at teir eisini hava kannað tann møguleikan. ? Man skal jú aldri siga aldri, men vit eru 99,9% vísir í, at hetta er eitt hendiligt óhapp og at tað ikki er sabotaga.
Hann segði víðari, at teir á støðini í Havn varnaðust, at okkurt var galið við skipanini um hálvgum seks tíðina mikumorgunin.
? Vit sendu beinanvegin boð eftir umboðum frá SEV og Føroya Tele, sum komu á staðið at arbeiða við tað sama. Vit hava snøgt sagt sett alt, sum kann krúpa og sum hevur skil fyri hesum, at arbeiða uppá kaðalin, so skipanin kann fáast at virka aftur skjótast tilber, greiddi vakthavandi frá. Hann visti ikki at siga hvussu leingi skipanin fór at vera óvirkin, men hann væntaði ikki, at tað fór at vera serliga leingi.

Alarmcentralurin fór
Kortslutningurin hevur elvt til stórt høvuðbrýggj niðri á løgreglustøðini, tí meginparturin av teirra dagligu arbeiðstólum nú brádliga gjørdust óvirkin. Vakthavandi sigur, at telefonnetið fór, alt sum tað var. Samband fekst bert við støðina umvegis fartelefonir. Radionetið, sum nýtt verður at samskifta við akførini, fór somuleiðis og stórir partar av telduskipanini vórðu óvirknir. ? Vit fingu nýtt telduna at skriva við o.s.fr., men vit sluppu ikki inn á nakað arkiv, t.d. yvirlitið yvir akfør, greiðir vakthavandi frá. Men tann størsti og álvarsamasti missurin, sum kortslutningurin elvdi til, man uttan iva vera, at alarmcentralurin, sum er landsumfatandi, eitt tíðarbil varð óvirkin.
Politiið fekk tó seinni út á morgunin eina telefonlinju, sum fór at fungera sum alarmcentralur. Ringdi tú 112 fekk tú sostatt fatur í politinum í Havn. Men alarmcentralurin, í sínum vanliga líki, fungeraði ikki.
? Hetta kann rætt og slætt ikki góðtakast, sigur vakthavandi álvarsamur á málinum.
Løgreglan lýsti fleiri ferðir mikumorgunin í útvarpinum og kunnaði fólk um óhepnu støðuna. Fólk skuldu, ístaðin fyri at ringja til alarmcentralin, ringja beinleiðis til sjúkrahús ella brandstøðir kring landið, alt eftir hvar tey vóru stødd.
Men hetta má tó sigast at vera sera óheppið, tí hvussu nógv fólk munnu, í eini óhappsstøðu, hava telefonnummurini hjá ymsu sjúkrahúsunum og brandstøðunum í høvdinum?
Vakthavandi heldur, at hetta uttan iva hevur givið løgregluni nakað at hugsa um. ? Hetta er ongantíð hent áður, síðani løgreglustøðin kom í 1967, og eg gangi harðliga út frá, at hetta ongantíð fer at henda aftur. Nú hava vit sæð, at vit eru noyddir at hava eina plan B, um so skuldi verið, at hetta hendi aftur. Tað kann als ikki góðtakast, at alarmcentralurin ikki fungerar, staðfestir vakthavandi at enda.

Allar Føroyar raktar
Tað var tó ikki bert í Havnini, at løgreglan var skerd mikumorgunin. Tað er nevniliga soleiðis vorðið, at telduskipanin hjá allari føroyskari løgreglu, gongur ígjøgnum Havnina.
Í Klaksvík frættu vit, at telduskipanin virkaði sum hon skuldi tíðliga mikumorgunin, men at hon seinni út á morgunin bleiv óvirkin.
? Skipanin er soleiðis gjørd, at servarin stendur á høvuðsstøðini, sum er í Havn, meðan vit bert hava ein skerm og eitt tastatur her norðuri. Okkara telefonskipan og okkara radioskipan eru lokalar, so tær fungera, sum tær plaga. Men teldan er púra svørt, greiddi vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík frá. ? Skipanin er tann sama fyri allar politistøðir í landinum, so um vit ikki sleppa inn á telduna, so sleppur eingin onnur støð í landinum heldur, segði hann.
Hann helt tað vera sera spell, at tað kann koma fyri, at øll telduskipanin og serliga alarmcentralurin á hendan hátt kunnu gerast óvirkin. ? Sjálvandi, óhapp kunnu altíð henda, men hetta er forferdiliga keðiligt, staðfesti hann.
Hann segði tó, at um so var, at okkurt álvarsamt skuldi verðið á vási, so fingu teir altíð samband við politiið í Havnini, hóast alt.
Víðari greiddi hann frá, at politiið í Klaksvík fær arbeitt ótarðna, tí hóast teldan er svørt, so hava teir allar upplýsningarnar í stórum ringbindum, uppskrivaðar við hond. ? Vit klára okkum her norðuri, men sjálvandi seinkar tað arbeiðnum nakað, at teldan ikki er tøk.
? Eg dugi ikki at siga hvat skal gerast við hendan trupulleikan, men okkurt má henda, so hetta ikki endurtekur seg. Serliga tað, at alarmcentralurin ikki svarar. Hann má altíð virka sum hann skal, staðfesti vakthavandi í Klaksvík at enda.