Alaraskúli í Klaksvík

 

Tað verður stórur dentur lagdur á at víðka undirvísingartilboðini í Føroyum. Tað er gott og  neyðugt í einum framkomnum samfelagi. Her er umráðandi, at vit eisini eiga at leggja dent á handalig,  praktisk og viðkomandi undirvísingartilboð. 


Alivinnan er ein av høvuðsvinnum okkara. Tí er onki meir náttúrligt enn at byrja ein  alaraskúla í Føroyum. Ein skúla, har undirvíst verður í øllum innanfyri aling. Alt annað líka verður  tað við til at hækka støðið í vinnuni. 


Í Norðoyggjum er nógv aling og 3 stórar  smoltstøðir. Tí er onki meira náttúrligt enn  at staðseta ein alaraskúla í Norðoyggjum. Í sínum náttúrliga umhvørvi og í einum øki, sum hevur givið sera nógv til alivinnuna í Føroyum.  


Tað verður ofta ført fram, at vit ikki skulu flyta verandi  stovnar og skúlar. Harafturímóti tá talan er um nýggjar stovnar og skúlar,  kunnu teir leggjast aðrastaðni enn í Havn. Í hesum førinum er talan um nýggjan skúla. Tað  verður sostatt ikki talan um nakra flyting í hesum førinum.   



Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingskvinna og valevni fólkafloksins