Alan Johnston latin leysur

BBC-tíðindamaðurin, sum varð burturfluttur í Gaza, er latin leysur. Alan Johnston, sum varð burturfluttur tann 12. mars, varð í nátt latin Hamas-leiðaranum í Gaza, Ismail Haniyeh.

BBC sigur, at fleiri av hansara starvsfeløgum tóku ímóti honum, tá hann kom til bústaðin hjá Hamas-leiðaranum.

Seinni í dag fer Alan Johnston til Ísraels og haðani heim til Bretlands.

Teir, sum burturfluttu BBC-tíðindamannin, hóttu fleiri ferðir við at beina fyri honum. Í síðstu viku kunngjørdu teir eina sjónbandsupptøku, sum vísti, at Alan Johnston hevði eitt bumbubelti í miðjuna.