Al-Sadr fær størri undirtøku

Tann kringsetti irakski presturin Moqtada al-Sadr fær størri og størri undirtøku. Samstundis harðna atgerðirnar ímóti irakska stýrinum

Hóast hann er kringsettur saman við monnum sínum í býnum Najaf, sýtir presturin Moqtada al-Sadr fyri at gevast við mótstøðuni ímóti stýrinum í Bagdad og hersetingarvaldinum. Samstundis fær hann alt størri og størri undirtøku aðrastaðni í landinum.

Í gjár vóru stórar shiamuslimskar mótmælisgongur í býnum Basra har suðuri í Irak. Reuter skrivar, at nógvir av mótmælismonnunum vóru vápnaðir, og teir kravdu, at USA skal taka sínar hermenn úr Najaf. Nógvastaðni stongdu mótmælismenninir fleiri gøtur við brennandi bildekkum, og irakska tjóðarhirðin aftraði seg við at leggja uppí.

Nógv tann størsti parturin av fólkinum í Basra eru shiamuslimar eins og Moqtada al-Sadr, og seinastu dagarnar hava samanbrestir verið javnan ímillum viðhaldsmenn hjá prestinum og bretskar hermenn, sum hava støð í býnum.


Tvær morðroyndir

Samstundis harðna atgerðirnar ímóti irakska stýrinum.

Gjáramorgunin royndu menn at beina fyri tveimum ráðharrum. Fyrst brast ein bilbumba tætt við bilafylgið hjá Sami al-Mudhaffar, kenslumálaráðharra. Ráðharrin skal óskalaður frá álopinum, men tveir av vaktarmonnum hansara doyðu, og trý onnur fólk vórðu særd.

Lítla løtu seinni varð roynt at beina fyri umhvørvismálaráðharranum, Mishkat Moumin, tá ein bumba brast tætt við bilin, sum hon sat í. Sjálv fekk hon ongan skaða, men minst fýra av lívverjum hennara doyðu av spreingingini.