Daniel Pearl, sum arbeiddi fyri amerikanska blaðið Wall Street Journal, varð burturfluttur í pakistanska býnum Karashi seinasta mikudag.
Pakistanska løgreglan hevur síðani leitað eftir manninum, men í gjár viðgekk ein talsmaður hjá myndugleikunum, at teir vita ikki, hvar tann 38 ára gamli tíðindamaðurin er. Men myndugleikarnir siga seg vera rættiliga vísar í, at felagsskapurin Harkat ul- Mujahedin hevur rænt mannin. Hesin felagsskapur hevur sambært pakistansku myndugleikunum tætt samband við felagsskapin al-Qaeda hjá Osama bin Laden.
Daniel Pearl hevði ein tulk og ein hjálparmann við sær í Pakistan, men tá hann mikudagin fór at gera eina samrøðu við umboð fyri ein forbodnan felagsskap, bað hann hvørki tulkin ella hjálparmannin koma við sær.










