Al-Qaeda ræður í Somalia

Ein rørsla, ið líkist Taliban, hevur tikið valdið í somaliska høvuðsstaðnum Mogadishu. Ætlanin er, at Somalia verður høvuðsstøð hjá al-Qaeda.

Í 15 ár hevur lógloysi valdað í afrikanska landinum Somalia, har krígsharrar hava stríðst um valdið. Tær seinastu vikurnar hava bardagarnir verið harðir, men í gjár kunngjørdi ein útvarpsstøð í høvuðsstaðnum Mogadishu, at nú er friður har, eftir at felagsskapurin "Islamska rættarsamgongan" hevur rikið krígsharrarnar úr býnum.

Men hvør er hesin felagsskapur? Vesturlendskar keldur siga, at felagsskapurin hevði sín uppruna í gøtunum í Mogadishu, og at limirnir eru menn, sum høvdu mist alla lívsvón, og sum róku fyri vág og vind í býnum, har teir flestu vóru endaðir sum brotsmenn av ymiskum slagi. AP skrivar, at tað vóru júst slíkir, sum mannaðu Taliban í Afghanistan av fyrstan tíð. Krígsharrarnir, sum hava stríðst ímóti samgonguni, siga, at samgongan fær stuðul frá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, og at hon fer at seta tær strongu sharia-lógirnar í gildi í Somalia. Teir vilja eisini vera við, at Somalia skal brúkast sum høvuðsstøð hjá al-Qaeda.

USA hevur illa viljað lagt seg út í stríðið í Somalia, síðani 18 amerikanskir hermenn fullu í Mogadishu í 1993, men amerikanskir tænastumenn siga við AP, at teir nýggju leiðararnir í Somalia verja tríggjar limir í al-Qaeda, sum eru skuldsettir fyri yvirgang. Teir eru millum annað skuldsettir fyri at hava verið við til at spreingja amerikonsku sendistovurnar í Kenya og Tanzania í 1998 og fyri eitt álop á eitt ísraelskt hotell í Kenya í 2002, tá teir eisini royndu at skjóta eitt ísraelskt flogfar niður.

Somalia er eitt sera væl egnað tilhaldsstað hjá einum yvirgangsfelagsskapi. Landið er blóðfátækt eftir áhaldandi stríð, og 43 prosent av fólkinum forvinna minni enn seks krónur um dagin, skrivar AP.