Ein deild hjá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda hevur burturflutt tvey eysturríksk ferðafólk í Tunesia. Burturflytararnir hava boðað algersku myndugleikunum frá, at tey bæði ferðafólkini sleppa ikki leys, fyrr enn teir limir í al-Qaeda, sum sita í fongsli í Tunesia og Algeria, eru latnir leysir. Burturflytararnir hava almennakunngjørt seks myndir av teimum báðum eysturríksku ferðafólkunum, og sambært Reuters er talan um Wolfgang Ebner og Andreu Kloiber. Sambært tíðindastovuni hava eysturríksku myndugleikarnir váttað, at tey bæði eru horvin í Tunesia.