Al-Qaeda ov stóra ávirkan í Sýrialandi

Amerikanska stjórnin heldur, at yvirgangsfelagsskapir við tilknýti til al-Qaeda hava ein ov stóran leiklut í uppreistrinum í Sýrialandi. Ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Washington sigur, millum felagsskapirnar er ein, ið rópar seg Al Nusra-fylkingin, sum roynir at fáa gera sær dælt av ruðuleikanum til at fáa fótin fastan í Sýrialandi.

Al Nusra-fylkingin kom undan kavi um várið í 2011, og í seinastuni hevur hon átikið sær ábyrgdina av fleiri sjálvmorðsbumbuatsóknum, sum hava skakað Sýrialand. Eitt nú hevur fylkingin skipað fyri slíkum atsóknum at málum í høvuðsstaðnum Damaskus.

Al Nusra-fylkingin dylur ikki fyri, at hennara mál er at skipa Sýrialand sum eitt islamst ríki, og felagsskapurin er ímóti, at hinir uppreistrarfelagsskapirnir skulu mynda stýrið, tá og um Bashar A-Assad, forseti, fellur.

-Teirra mál er at seta ein einaræðisharra ístaðin fyri ein annan, sigur talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum. Hann sigur, at nakrir av teimum víðgongdu islamistunum, sum eru í Sýrialandi, eru komnir hagar úr Afghanistan og Libya, men at teir flestu eru komnir úr Irtak, Jordan og Libanon.