Rættiliga óvæntað kom amerikanski varaforsetin, Dick Cheeny, til Pakistan í morgun, og sambært The New York Times var hann ikki ørindaleysur.
Blaðið veit at siga, at sambært frágreiðingum hjá CIA hevur yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda ment sínar støðir í Pakistan í seinastuni, hóast pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, hevur lovað at handtaka allar al-Qaeda-limir í landinum. The New York Times skrivar, at gongdin hevur ørkymlað amerikonsku herleiðsluni, sum ber ótta fyri, at pakistanska deildin hjá al-Qaeda fer at hjálpa Taleban, sum hevur boðað frá einum stórum átaki í Afghanistan í vár.
Ørindini hjá Dick Cheeny eru tí at geva Musharaf greið boð um, at hann skal halda orð, skrivar The New York Times.










