Sambært blaðnum Washington Times vóru yvirgangsmenninir komnir væl áleiðis við sínum fyrireikingum, men amerikanskar fregnartænastukeldur upplýsa fyri blaðnum, at tær nógvu handtøkurnar seinastu mánaðarnar hava darvað fyrireikingunum.
Amerikanska fregnartænastan sigst hava fingið fatur á samskifti ímillum limir í al-Qaeda, og sagt verður, at hetta samskiftið boðar ikki frá góðum. Sambært Washington Times benda upplýsingarnar á, at fleiri av bólkunum í al-Qaeda eru við at gerast líka sterkir og væl skipaðir, sum teir vóru undan atsóknini í USA tann 11. september í 2001.
Í síðstu viku vórðu Hvítu Húsini kunnað um upplýsingarnar, sum fregnartænastan hevði fingið fatur á.
- Hetta verður eitt ógvusligt álop, sigur ein kelda við Washington Times. Keldan vil tó ikki siga, hvørji mál talan er um, ella hvar yvirgangsmenninir ætla at søkja at.
Í desember metti ovastin fyri CIA, George Tenet, at ein triðingur av leiðarunum í al-Qaeda vóru tiknir ella deyðir, og í september í fjør tók pakistanska løgreglan Ramzi bin al-Shibh, sum verður hildin at vera ein av høvuðsmonnunum aftan fyri atsóknina at World Trade Center og Pentagon. Men nógv bendir á, at al-Qaeda er framvegis førur fyri at skipa fyri atsóknum.
George W. Bush, forseti hevur fleiri ferðir sagt seg bera ótta fyri, at yvirgangsfelagsskapir sum al-Qaeda skulu fáa fatur á biologiskum ella kemiskum vápnum. Forsetin vil vera við, at Irak samstarvar við al-Qaeda, og júst hetta er ein orsøkin til, at forsetin umhugsar at leypa á Irak fyri at fáa stýrið hjá Saddam Hussein, forseta frá.
Fleiri ætlanir
Hóast fleiri av leiðarunum í al-Qaeda sigast vera tiknir ella deyðir, viðganga amerikanarar, at teir hava framvegis ikki funnið teir tríggjar ovastu leiðararnar í felagsskapinum, Osama bin Laden, Ayman al-Zawahiri og Khalid Sheik Mohammad.
Í desember sendi arabiska sjónvarpsstøðin Al-Jazeera eina bandupptøku, og serfrøðingar vilja vera við, at tað var bin Laden, sum tosaði á bandinum. Har hótti hann sum so mangan fyrr við álopum á USA og amerikanarar.
-Bin Laden er altíð trý stig frammanfyri, og hann hevur altíð fleiri ætlanir, ikki bara eina. Vit halda, at summar av hesum ætlanum skulu fremjast í verki, sigur ein ónevnd kelda við Washington Times.









