Yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda hevur mælt sínum viðhaldsmonnum í Saudiarabia til at burturflyta kristin og saudiarabiskar prinsar fyri at noyða myndugleikarnar at sleppa einari víðgongdari kvinnu, sum eftir øllum at døma er tikin norðan fyri Riyadh.
-Tit skulu skipa bólkar og burturflyta kristin, prinsar í Saud-ættini og teirra ovastu embætismenn, ráðharrar og heryvirmenn stendur í boðunum, sum eru komin frá al-Qaeda í Jemen.
Ein talsmaður fyri jemensku deildina av al-Qaeda sigur, at saudiarabisku myndugleikarnir hava tikið einkjuna eftir ein týðandi lim í al-Qaeda. Einki verður sagt um, nær kvinnan bleiv handtikin.
-Okkara tilmæli til okkara hermenn er greitt: Tað er tykkara skylda at burturflyta fólk fyri at fáa ta tiknu kvinnuna leysa, sigur talsmaðurin hjá al-Qaeda í Jemen.