Al-Qaeda hóttir Danmark við fleiri atsóknum

Vil Danmark ikki biðja um umbering fyri tekningarnar av Muhammed profeti, fer al-Qaeda at skipa fyri fleiri álopum Álopið á donsku sendistovuna í Islamabad var hevnd fyri tekningarnar av Muhammed profeti. Tað sigur yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda, sum hevur átikið sær ábyrgdina av álopinum, sum kostaði seks mannalív.

Í einari fráboðan sigur felagsskapurin, at álopið á sendistovuna var fyriskipað til at verja islam og æru muslimanna. Samstundis hóttir felagsskapurin Danmark við fleiri atsóknum, um Danmark ikki biður um umbering fyri, at tekningarnar av Muhammed profeti blivu almannakunngjørdar.

-Álopið er ein ávaring til hesa vantrúgvandi tjóðina og tey, ið gera sum hon, stendur í fráboðanini.