Sambært bretska blaðnum The Guardian hevur eitt arabiskt blað í London havt samband við ein mann, sum eitur Thabet bin Qais, og sum sigur seg vera tann nýggja talsmannin hjá al-Qaeda.
Thabet bin Qais sigur við arabiska blaðið, at yvirgangsfelagsskapurin er umskipaður, og at leiðslan hevur fingið nakrar nýggjar limir, sum amerikanararnir ikki kenna.
-Amerikanararnir hava bara gamlar upplýsingar, og tað fer at taka teimum drúgva tíð finna útav, hvussu al-Qaeda er skipaður í dag, sigur bin Qais sambært The Guardian.
Tann nýggi talsmaðurin heldur ikki, at felagsskapurin hjá Osama bin Laden er viknaður eftir atsóknirnar tann 11. september í 2001, og hann ávarar um nýggjar atsóknir.
-Eingin skal vera í iva um, at vit fara at søkja at USA aftur. Tað heilaga kríggið fer at halda fram, sigur Thabet bin Qais.
Arabiska blaðið, sum hevur tosað við tann nýggja talsmannin hjá al-Qaeda, skrivar, at talsmaðurin vendi sær til blaðið fyri at vísa aftur amerikanskum tíðindum um, at al-Qaeda hevði lagt ætlanir um at søkja at amerikansku sendistovuni í Karachi í Pakistan. Sambært talsmanninum hevur al-Qaeda onga slíka ætlan.
George W. Bush, forseti og ovastin í fregnartænastuni CIA, Robert Mueller, vildu fyri nøkrum døgum síðani vera við, at USA er í ferð við at vinna bardagan ímóti yvirgangi. Teir vístu á, at fleiri av leiðarunum í al-Qaeda eru tikinir ella deyðir.