Al-Qaeda fyrireikar álop í Evropa

Tann irakska greinin av yvirgangsfelagsskapinum ætlar at søkja at málum í Evropa

Yvirgangur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Amerikanska tíðarritið Time vil vera við, at Abu Musab al-Zarqawi stendur á odda fyri bólkinum, sum fyrireikar seg til at søkja at málum í Evropa. Blaðið sigur seg hava tíðindini frá einari evropeiskari fregnartænastu.
Sambært kelduni skal al-Zarqawi hava havt fund við bólkar í Turkalandi, eins og hann skal hava havt fund við deildir hjá al-Qaeda í Irak. Harafturat skal hann hava fylgt við, hvussu menn verða vandir til atsóknirnar í Evropa.
Tann kendi franski yvirgangsserfrøðingurin Roland Jacquard sigur við Time, at vandi er fyri, at óvandir bólkar í Evropa fáa samband við væl vandar og royndar bólkar hjá al-Qaeda, og at teir lata seg ávirka av monnum sum al-Zarqawi.
Abu Musab al-Zarqawi, sum er ættaður úr Jordan, verður hildin at hava skipað fyri ófriðinum í Irak, og amerikanararnir hava lovað at gjalda 20 milliónir krónur í finningarløn, verður hann avdúkaður.