-Oljuútbúnaður er eitt lógligt álopsmál í tí heilaga krígnum, og júst nú eru slík álop tað besta vápnið í bardaganum ímóti teimum vantrúgvandi.
Hetta stendur í einum boðskapi, sum stóð at lesa á einari egyptiskari heimasíðu í gjár, og sum Abdel Aziz bin Rashid al-Anzy hevur skrivað. Sambært AP verður hann hildin at vera maðurin, sum leggur tey flestu álopini hjá al-Qaeda til rættis.
Áheitanin er meiri enn ársgomul, tí al-Anzy hevur sitið í egyptiskum fongsli síðani í mai í fjør. Eygleiðarar halda, at áheitanin verður kunngjørd nú í sambandi við tað miseydnaða álopið á oljureinsiverkið Abqaiq í Saudiarabia í síðstu viku. Tað bleiv avdúkað í síðstu løtu, og álopsmenninir doyðu, tá trygdarmenn skutu eftir teimum.
Álopið á Abqaiq, sum er heimsins størsta oljureinsiverk, er tað fyrsta av sínum slagi í Saudiarabia, og tað ávirkaði eisini oljuprísin beinanvegin. AP skrivar, at álopið hevur fingið fleiri at stúra fyri, at yvirgangsmenn fara at søkja at oljuútbúnaðinum í Saudiarabia, eins og teir hava gjørt í Irak fleiri ferðir.