»Al magt til dem der sidder hjemme?«

Heri Simonsen

Eitt nýtt demokratiskt roknistykkið er komið fram í bløðunum seinastu tíðina. Tey sum sita heima og ikki taka lut í valum/atkvøðugreiðslum skulu teljast við! Onkur hevur borað í 60 ára gomlum valtølum, onkur annar hevur gjørt ein »Oppebørsel« burtur úr hesum. Og sigast má, at úrslitið er meiri spennandi enn ein skaldsøga úr Skálavík, meiri spennandi enn »Rolf Krage«!

Talt skeivt!
Tá danir atkvøddu um at fara upp í EEC í 1972, atkvøddu 63% JA og 37% NEI av teimum sum møttu upp at atkvøða. Men telja vit tey uppí, sum ikki møttu var eingin munur millum JA og NEI, og tí átti Danmark helst ikki at farið upp í EEC í 1972. Í 1994 atkvøddu 51,8% av svenskarum fyri EU-limaskapi, og 48,2% atkvøddu ímóti. Telja vit tey uppí, sum ikki møttu upp at atkvøða, var ein reiðiliga stórur meiriluti av svenskarum ímóti EU-limaskapinum. Danmark og Svøríki áttu at brúkt Evruna sum gjaldoyra í dag, sjálvt um 53% atkvøddu ímóti í Danmark, og 54% atkvøddu ímóti Evruni í Svøríki. Sjálvandi skulu tey sum ikki fóru á val teljast upp í atkvøðutalið hjá teimum í Danmark og Svøríki sum vildu hava evruna sum gjaldoyra. Tað er ikki meir enn rímiligt!

Leirvík
Í Leirvík atkvøddu 61% fyri Eystur Kommunu, meðan 39% atkvøddu ímóti at leggja saman við Gøtu. Men valluttøkan var sera lág. Telja vit allar sofaveljarar í Leirvík við, var ein tryggur meiriluti av leirvíkingum ímóti kommunusamanleggingini. Forsetavalið í USA í 2000 var sera spennandi. Tað var púra javnt millum Al Gore og George W. Bush. Bert ein fínteljing og rættarútsøgn í Florida gjørdi, at Bush vann. Men 40% av amerikansku veljarunum atkvøddu ikki til forsetavalið. Bush og Gore fingu bara góð 30% í part, um vit brúka Boribørsel-rokniháttin. Ergo: átti ein sofaveljari at verið amerikanskur forseti í dag. Tannlæknafelagið og HB-stuðlar verða tey fyrstu feløgini í landinum, ið fara at telja tey við, sum ikki møta upp til aðalfundin hjá áðurnevndu feløgum. Góð 13% sótu heima síðsta løgtingsval, gev sofaveljarunum 4 tingmenn, beinavegin. Tað er bæði rætt og rímiligt! Sofaveljarar hava eina stóra politiska framtíð. Nú verða tey (endiliga) tald við! Yvirføra vit Boribørsel-rokniháttin til fótbóltin gjørdust Royn og VB/Sumba nr. 1 og 2 í
1. Deild. Tey møttu ikki!