Al-Kaida hóttir Kina

Á einum sjónbandi, sum júst er almannakunngjørt, hóttir yvirgangsfelagsskapurin al-Kaida við atsóknum at kinesiskum málum. Sagt verður, at Kina skal fáa somu lagnu, sum Sovjetsamveldið fekk, tá tað datt sundur. Sjónbandið umrøður eisini bardagarnar í kinesiska landspartinum Xinjiang í summar, tá umleið 200 kinesiskir muslimar doyðu í samanbrestum við kinesarar úr Han-ættarbólkinum. Á sjónbandinum eggjar Al-Kaida teimum kinesisku muslimunum til at taka vápnini fram og mælir øðrum muslimum til at hjálpa teimum.