Al Gore ætlar sær at brúka umleið 1,4 mia. krónur til eitt lýsingarátak, sum skal varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar Lýsingarátakið, sum stovnurin hjá Al Gore, The Alliance for Climate Protection, stendur fyri, er tað størsta av sínum slagi nakrantíð og fer at kosta umleið 1,4 mia. krónur.
Sjálvur ætlar Al Gore at brúka tær 10 mió. svensku krónurnar, sum hann fekk í Nobel-friðarheiðursløn, umframt pengar, sum hann hevur fingið burtur úr film- og bókasølu.
Átakið hjá Al Gore er fyrst og fremst ætlað amerikanska fólkinum, og málið er at herða trýstið á politikararnar fyri at fáa teir at skerja útlátið av veðurlagsgassum, skrivar NTB.