Al Gore til Føroya í apríl

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin og Nobel-vinnarin verður høvuðsrøðari á veðurlagssstevnu í Norðurlandahúsinum í apríl Vinnuhúsið hevur enn einaferð sett Føroyar á altjóða pallin. A tíðindafundi fyri lítlari løtu síðani varð boðað frá, at fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore fer at vitja í Føroyum í apríl í ár.

Eftir at Bill Clinton í fjør vitjaði, hevur Vinnuhúsið í ár fingið varaforseta hansara og seinni Nobel friðarheiðurslønar-móttakaran og Oscar-vinnaran, Al Gore henda vegin í ár

Tann 9. apríl skipar Vinnuhúsið fyri stórari umhvørvisráðstevnu.

Fleiri kend og áhugaverd nøvn innan granskingarøkið verða tá millum fyrilestrarhaldararnar, men eingin teirra man tó røkka Al Gore í so máta.

Gore var varaforseti árini, sum Bill Clinton var amerikanskur forseti, og hann var forsetavalevni, tá Bill Clinton eftir 8 ár fór úr Hvítu Húsunum. Og síðani hevur hann støðugt framt eitt stórt arbeiði fyri umhvørvið. Millum annað varð hann virðisløntur fyri filmsverk, sum hann gjørdi um veðurlagsbroyting