Al Gore skýggjar allar fjølmiðlar

Tað er ikki bara í Føroyum, at fjølmiðlarnir argast inn á Al Gore. Í gjár helt Al Gore talu í amerikanska býnum, San Fransisco, og har vóru fjølmiðlar fullkomiliga bannaðir Why Does Al Gore Hate The Press? Soleiðis ljóðar yvirskriftin í vinnublaðnum, Silicon Alley Insider.

Fyrrverandi amerikanski varaforseting vitjar í San Fransisco í samband við eina trygdarráðstevnu. Men eingin fjølmiðlar fáa at vita, hvat gongur fyri seg, tí fjølmiðlarnir hava fingið nokta atgongd.

Amerikanska vinnublaðið sigur seg ikki skilja, hví Al Gore ikki vil hava boðskapin út, men staðfestir, at hetta er ikki fyrstu ferð, at hann ikki vil samstarva við fjølmiðlar.

Í 2001 vitjaði hann journalistskúlan á Columbia University og kravdi at tey lesandi skuldu hava tagnarskyldu. Hetta eydnaðist tó ikki.

Eisini aðrastaðni hevur hann noktað fjølmiðlunum atgongd.

Blaðfólki á amerikanska vinnublaðnum sigur seg skilja, hví hann var styggur í 2001, tá hann júst hevði tapt forsetavalið.

Men í dag er hann ?Al tann stóri? og hevur vunnið bæði Nobel og Oscar. So antin má Gore læra at slappa av, ella skal hann lata vera við at biðja fjølmiðlarnar skriva um sín næsta film, heldur amerikanska blaðið.

Í Føroyum fingu fjølmiðlar atgongd til fyrilesturin hjá fyrrverandi amerikanska varaforsetanum, men burtursæð frá nøkrum stuttum lítið sigandi svarum, vildi Al Gore ikki tosa við føroysku miðlarnar.