Atgongumerkjasølan til stóru umhvørvisráðstevnuna við Al Gore er byrjað. Higartil eru ikki so nógv atgongumerki seld, men talan er um eitt øðrvísi tiltak, siga fyrireikararnir Esther Dahl, samskipari í Vinnuhúsinum, sigur at nøkur atgongumerkir eru seld, men áhugin er als ikki tann sami sum til tiltakið við Clinton.
- Men tað høvdu vit heldur ikki væntað. Clinton var ein celebrity vitjan, sum hevði breiðan áhuga. Hetta er ein ráðstevna um eitt fakligt evni, og tí kunnu tiltøkini ikki samanberast.
Atgongumerkini til ráðstevnuna kosta 6.800 krónur ella 1800 krónur meira enn Clinton ráðstevnan.
Spurd um prísurin ikki er ov høgur, sigur Esther Dahl, at samanborið við onnur líknandi tiltøk er prísurin ikki serliga høgur.
- Ráðstevnan er yvir tveir dagar, og tí er hetta ikki dýrt. Og vit hava heldur ikki fingið nakra viðmerking um tað, sigur hon.
Stóra navnið á ráðstevnuni er uttan iva fyrrverandi amerikanski varaforsetin og forsetavalevni, Al Gore. Føroyski havfrøðingurin Bogi Hansen fer at siga frá kanningunum av havstreyminum við Føroyar, sum hevur ávirkan á høvini kring allan heim.
Harumframt verður íslendski vinnulívsmaðurin Orri Vigfússon eisini við.
Ólavur Gregersen frá Bitland, projektleiðari fyri ráðstevnuna, sigur, at ætlanin er at fáa nógvar útlenskar gestir til ráðstevnuna.
- Seinni dagurin er ein verkstovudagur við føroyskum fyritøkum og verkætlanum, sum hava ment orkusparandi tøkni. Til hetta tiltak er serliga áhugavert at fáa umboð fyri útlendsk ar granskingarstovnar og reiðarafeløg og so víðari.
- Men vit vænta eisini eina breiða føroyska luttøku, tí umhvørvisspurningurin er týdningarmikil, og Al Gore er millum heimstu bestu talarar