Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore er komin til Oslo at taka ímóti friðarheiðursløn Nobels 2007, sum hann og leiðarin fyri veðurlagstingingunum hjá ST, Rajendra Pachauri, býta sínamillum. Heiðurslønin verður handað sunnudagin. Við Gore er kona hansara, Tipper Gore, sum er av svenskari ætt.