Nobelvinnarin og fyrrverandi varaforsetin vil ikki taka dagar ímillum Hillary Clinton og Barack Obama Tætta kappingin millum Barack Obama og Hillary Clinton um at gerast forsetavalevni fyri demokratiska flokkin ber við sær, at tað verður trolað nógv og tætt fyri at vinna undirtøku.
Eftir at John Kerry, senatorur, sum fyri fýra árum síðani tapti ímóti George W. Bush, fyri stuttum boðaði frá, at hann stuðlar Barack Obama, hevur serligur áhugi verið fyri at frætta, um Al Gore stuðlar Hillary Clinton, ella um hann stuðlar Barack Obama.
Men Al Gore ynskir ikki at taka dagar ímillum tey bæði, vita keldur tætt at veðurlags stríðsmanninum at siga CNN sjónvarpsrásini.
Al Gore tosar við bæði Hillary og Obama, og hann sigst hava góð viðurskifti við bæði tvey.
Mitt í valstríðnum fer Al Gore at ferðast. Í apríl kemur hann at vitja í Føroyum sum gestur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.