Al Gore fer gongutúr í Havnargøtum

Alt bendir á, at Al Gore fer at ganga í fótasporunum hjá Bill Clinton í morgin ? saman við Magna Arge Sambært álítandi keldum bendir alt á, at Al Gore eisini fer at spáka sær ein túr í Havnargøtum, eins og Bill Clinton gjørdi á sinni. Sagt verður, at Nobelprísvinnarin Al Gore fer út at ganga, um lagið er til tað.

So hesaferð kunnu handilsfólkini á Áarvegnum og í Niels Finsensgøtu verða fyrireikaði uppá fornemma vitjan í morgin fyrrapart, áðrenn høvuðstalarin skal á pallin í Norðurlandahúsinum kl. 14. Magni Arge er á skránni kl 12.45, so helst verður gongutúrin áðrenn tað.

Al Gore fer beint avstað aftur til Íslands aftaná, har hann millum annað skal hitta íslendska forsætisráðharran.