Al-Bashir góða móttøku í Beijing

Sudanski forsetin, Omar al-Bashir, fekk eina stórfingna móttøku, tá hann kom til kinesiska høvuðsstaðin Beijing á almenna vitjan. Altjóða revsirætturin ICC hevur skuldsett sudanska forsetan fyri krígsbrotsverk í landspartinum Darfur, men tað ørkymlar eftir øllum døma ikki Kina, sum heldur ikki er limur í ICC.

Omar al-Bashir hevur harafturímóti ikki gloymt skuldsetingina hjá ICC. Áðrenn hann fór til Kina, var hann í iranska høvuðsstaðnum Teheran. Haðani fór hann við flogfari við kós ímóti Beijing, men vendi aftur. Orsøkin var, at eftir ætlanini skuldi flogfarið flúgva upp iyvir Turkmenistan og øðrum londum, sum viðurkenna ICC. Tí vendi hann heldur aftur og fleyg í gjøgnum pakistanskt loftrúm ístaðin fyri, skrivar sudanska blaðið Sudan Tribune.

Síðani skuldsetingina hjá ICC hevur Omar al-Bashir verið í Eritrea, Egyptalandi, Libya og Qatar, men hesi londini eru ikki í ICC. Tað er Kenya, sum forsetin eisini hevur vitjað, men har bleiv hann ikki tikin, skrivar Reuters.