Í síðstu viku síðan bórust tíðindini, at Abu Bakr al-Baghdadi, leiðarin fyri islamska yvirgangsfelagsskapin Islamski Staturin, var deyður, men nú boðar irakskir myndugleikar frá, at einki hald er í søgunum.
- Okkara eftirlit vísir, at søgurnar um deyða hansara ikki eru sannar, sigur Abu Ali al-Basri, leiðari fyri fregnartænastuna hjá irakska innanríkisráðnum sambært norska blaðnum VG, ið endurgevur heimasíðuni IraqiNews.com.
Talan er ikki um fyrstu ferð, at søgur ganga um, at leiðarin fyri harðrenda yvirgangsfelagsskapin er dripin. Fyrr hava millum annað russar tikið æruna fyri at hava beint fyri Abu Bakr al-Baghdadi. Men eins og hesaferð, so gingu tað ikki serliga serliga nógvir dagar áðrenn tíðindi blivu avsannað.
Leiðarin fyri IS er ikki sæddur alment síðan hann í 2014 boðaði frá, at hann hevði stovnað eitt islamiskt kalifat í Sýria og Irak, men sambært leiðaranum fyri fregnartænastuni, so er Abu Bakr al-Baghdadi enn staddur í Sýria.
Sambært VG, so lovar USA eina virðisløn á 25 milliónir dollarar til tann persón, ið kann geva teimum Abu Bakr al-Baghdadi.