Akutt dómaratrot

Fram til summarsteðgin verða bara tríggir dómarar tøkir til hvørt umfar í Formula-deildini. Og tað er ov lítið til fimm dystir

Fótbóltur

Fríggjadagin stóð greitt, at FSF noyddist at útseta dystin millum EB/Stryem og B68 í Formula-deildini. Orsøkin var einfalt tann, at eingin dómari var tøkur til uppgávuna.
Í kvøld verður dysturin spældur, og dómari verður Eiler Rasmussen, sum tó eisini dømdi í gjár. Tað er í sjálvum sær ein ótolandi støða, at dómarar skulu hava somikið lítla hvíld ímillum dystir, men líkt er til, at hetta verður støðan fram til summarsteðgin í Formula-deildini.

Bara fýra eftir
Støðan í ár hevur annars verið, at sjey dómarar havt skiftst um at døma dystirnar í Formula-deildini. Í løtuni eru tó bert tríggir av hesum tøkir. Sum skilst, so er Georg N. Rasmussen er farin av landinum eina tíð. Og tað var greitt undan dystinum í Fuglafirði, at hesin varð tann seinasti hjá Lassanum Isasksen, áðrenn hann skudli í summarfrí. Ein summarfrítíð, sum longu er byrjað hjá Jens Peturi Brattalíð.
Hetta hevði við sær, at broytingar vórðu gjørdar í seinasta dómarayvirlitinum, men tá Dagfinn Olsen brádliga fekk forfall, vóru bara fýra dómarar eftir til teir fimm dystirnar, sum skuldu spælast. Og tí gjørdist talan um ein heilt akuttan trupulleika, sum hevði við sær, at dysturin á Eiði varð fluttur. Nakað sum tey í EB/Streymi als ikki vóru serliga fegin um. Sjálvandi dugdu tey at skilja, at uttan dómarar verður eingin bóltur spældur, men hetta er triða ferðin  tvær ferðir vegna drúgva HB-málið  at dystur á Mølini verður fluttur, uttan at EB/Streymur sjálvt á nakran hátt er atvold til hetta.

FSF-fundur um málið
Karl Vidtfeldt er formaður í Dómaranevndini hjá FSF, og hann ásannar, at hetta er eitt akutt mál, sum nakað skal gerast við.
- Vit eru tó somikið hepnir, at talan fram til summarsteðgin er um hampiliga nógvar dystarflytingar. Hetat tí stevnur og eurupeiskar uppgávur krevja hetta. Men bara at hava tríggjar dómarar tøkar er sjálvandi langt ífrá nøktandi, og tað er eitt mál, sum vit taka upp longu í kvøld, sigur Karl Vidtfeldt.
Spurdur, hvørji stig er at taka, sigur hann, at tað fyrst og fremst snýr seg um at fáa fleiri dómarar góðkendar at døma í Formula-deildini.
- Tað er nakað, sum vit settu okkum fyri at gjøgnumføra til komandi ár, men tann ætlanin má so framskundast. Onkur helt fyri, at vit kundu uppgraderað onkran longu fríggjadagin, tí talan var ikki um tann truplasta dystin at døma. Men tí eri eg als ikki samdur í. Eg trúgvi ikki, at tað finst nakar lættur dystur at døma í Formula-deildini, og tí er umráðandi, at trupulleikin verður loystur á rættan hátt. Sum sagt, so klára vit okkum hetta til summarfrítíðina, men tá má so okkurt henda, staðfestir Karl Vidtfeldt.