Avtala, at jólamaðurin kemur framvið
Børnini verða sjálvsagt spent, kemur jólamaðurin framvið. Spyr ein granna, starvsfelaga ella kenning, um viðkomandi kann fara í jólamanna-klæðini og koma framvið við gávuposanum, kava á akslunum og eini sleðu. Skiftið um, so teirra børn eisini fáa jólamannavitjan.
Bíða í myrkri, meðan jólatræið verður tendrað
Hava tit valt livandi ljós á trænum, kann eitt høvi gerast, tá tey verða tendrað. Vel ein persón, sum skal tendra tey, meðan hini bíða í einum øðrum rúmi. Sløkk øll ljósini í húsinum.
Hava øll ikki tol at bíða, ber til at lesa eina hugnaliga jólasøgu, meðan ljósini verða tendrað. Brúka bara so lítið ljós, sum til ber, tí tað er ein serstøk sjón at síggja træið, tá man hevur sitið í myrkri.
Øll velja ein sang
Tá tað verður sungið og dansað um træið, kunnu øll velja hvør sín sang. Eru tað mong savnað, kann tað vera eitt vers í part ístaðin. Eisini kann havast í huga at blanda sálmar og nýggjari jólaløg, um børn eru við.
Pakka jólagávur út allan jólaaftan ella í fleiri dagar
Tað er deiligt og forvitnisligt at lata gávurnar upp, men tað kann eisini gerast drúgt - serliga um fleiri børn eru við, og nógvar gávur eru undir trænum. Verður tað alt ov drúgt, ber til at byrja at lata upp fyrr um dagin ella goyma nakrar gávur til 1. jóladag. Er tað ikki áhugavert, ber eisini til at geva øllum ein pakka samstundis, so øll sita við eini gávu hvør og lata upp í senn. Síðani kann tann næsti finna gávurnar til øll, sum enn eina ferð lata upp í senn.











