ÍSF hevur saman við øllum ítróttafeløgum í landinum skipað fyri aktivari heystrfrítíð. Hetta fer fram soleiðis, at flestu feløg hesa vikuna hava tiltøk og venjingar, har øll – eisini tey, sum ikki eru limir í feløgunum – sleppa at koma til venjingar. Hópin av feløgum hava tikið av møguleikanum, og er fullfíggjað skrá fyri vikuna at síggja á www.isf.fo.