Akta ikki al-Qaeda

Tann størsti muslimski uppreistrarfelagsskapurin í Filipsoyggjunum, MILF, fer ikki at gera eftir áheitanini frá al-Qaeda um at søkja at amerikonskum stovnum orsakað av tí umstrídda filminum um Muhammed profet.

Talsmaðurin hjá MILF, Ghazali Jaafar, sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at felagsskapurin fer at virða vápnahvíldarsáttmálan við stjórnina í Manila. Í samrøðuni fordømir talsmaðurin álopið á amerikanska konsulátið í Benghazi, har amerikanski sendiharrin í Libya, Christopher Stevens, og tríggir aðrir amerikanarar lótu lív.

MILF hevur leingi verið í stríði við myndugleikarnar í Filipsoyggjunum, men nýliga hevur felagsskapurin slept sínum krøvum og fer væntandi at gera semju við stjórnina í Manila, skrivar AFP.