AKSTOVAN  viðmerking til blaðgrein hjá Hera Mohr

Jákup Jacobsen, stjóri


Í grein í bløðunum í seinastu viku, undrast tygum á og biðja um eina grundgeving fyri, hví Bileftirlit Føroya hevur skift navn til Akstovan og hví búmerkið varð skift út.
Samstundis verður spurt, hví uppgávan ikki varð boðin alment út.
Eg skal sum frægast royna at svara spurningum tygara og grundgeva fyri tilgongdini.

Virkisvirðini
Seinastu tvey árini hevur øll organisatiónin á stovninum, við jøvnum millumbilum, arbeitt miðvíst við at lýsa felags eyðkenni fyri virksemi stovnsins. Vald vórðu 3 virðisorð, sum vit øll ynsktu, skuldi eyðkenna dagliga virki okkara framyvir og sum vit øll kundu taka undir við.
Virðisorðini eru:
"TRYGD (grundleggjandi arbeiðsøki stovnsins)
"TÆNASTA(vendir sær úteftir móti viðskiftafólkum og millum starvsfólk)
"TRIVNAÐUR(vendir sær inn móti organisatiónini og kjarnu viðskiftafólkum)

Hví nýtt navn og búmerki?
Sæð í ljósinum av hesum menningararbeiði og tí veruleika, at stovnurin seinastu 10 árini, er broyttur frá at vera ein reinur eftirlitsstovnur, til at vera ein tænastustovnur við fleiri myndugleika uppgávum, sum hava við akfør at gera, hildu vit tað vera rættast, at heita á eina lýsingarstovu, at arbeiða við sjónliggering av virkisvirðunum.
Uppgávan fevndi í fyrsta umfari um sjónliggering av virkisvirðunum, bæði inneftir í organisatiónini og úteftir mótvegis viðskiftafólkunum, herundir møguliga nýtt búmerki og møguliga nýtt navn. Gamla navnið og búmerkið avspeglaðu ikki verandi virksemi stovnsins, eins og gamla búmerki heldur ikki avspeglaði tann tænastuhuga og opinleika, sum virkisvirðini leggja upp til.
Boðið varð út til navnakapping millum starvsfólkini. Nøkur uppskot komu inn, men onki av hesum varð nýtt.

Hví ikki boðið alment út?
Mett varð, at uppgávan skuldi ikki bjóðast alment út, við tað at effektin av tí organisatións-arbeiði, sum longu var gjørt, ikki í sama mun vildi koma til sjóndar í grafiska samleikanum, sum tá ein fyritøka fekk uppgávuna um hendi. Harafturat vildi nýggjheitsvirði í einum møguligum nýggjum navni og búmerki ikki hava somu effekt, um tað framman undan var alment kent, at Bileftirlitið skuldi hava nýtt navn og búmerki.

Um nýggja búmerki
og navnið
Búmerkið
Kjarnin í búmerkinum er hjólið. Hjólið er á ferð og útstrálar dynamikk og ferðslu. Karmurin um hjólið umboðar tryggu rammurnar og góðkenningarmyndugleikan, ið stovnurin hevur.
Rundu formarnir undirstrika nýggja og meira fyrikomandi profilin.

Navnið
Fyrri liður [ak] umboðar akstur, akfør og ferðslu.
Seinni liður [stovan] umboðar myndugleika, tryggleika, integritet og tænastu.
Nógvar "stovur" eru í Føroyum, t.d. Hagstovan, Tollstovan, Gjaldstovan, Starvsstovan og Búnaðarstovan, ið allar á ein ella annan hátt standa fyri myndugleika og trúvirði.

"Navnið er meiri innbjóðandi og jaligt enn Bileftirlit Føroya
"Lætt at siga og minnast
"Gott føroyskt og ikki ov popput
"Internationalt og webvinarligt (www.akstovan.fo)
"Hóskar til hinar norðurlendsku stovnarnar

At enda
Áðrenn nýggja navnið og búmerkið varð almannakunngjørt, vóru starvsfólkini kunnað um úrslitið og uttan undantak dámdu øllum bæði navnið Akstovan og nýggja búmerkið. Tá ið so landsstýrismaðurin hevði góðkent bæði nýggja navnið og búmerkið, varð gongd sett á at broyta bæði prentlutir og telduskipan stovnsins og dagin eftir avdúkingina, arbeiddi stovnurin víðari við nýggja samleika sínum.
Vónandi svarar hetta spurningum tygara. Meira kann lesast á heimasíðuni www.akstovan.fo