Akstovan fær nú eina hægri játtan á Fíggjarlógini, so at tað ber til at sýna fleiri bilar.
Herfyri kom fram, at Akstovan er í stórari eftirstøðu við tað, at yvir 11.000 bilar koyra á føroysku vegunum, sum skuldi havt verið til sýn, men sum Akstovan ikki hevur havt umstøður at innkalla, tí tey hava ikki nokk av fólki at sýna bilar.
Men nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, ætlar samgongan, at akstovan skal fáa 425.000 krónur afturat og tað er nóg mikið til eitt fólk afturat at sýna bilar.
- Tað skuldu ført til, at at bíðilistin at sleppa til sýn, styttist, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Harumframt fær Akstovan eina millión afturat til at leiga og innrætta sýnshøll í Saltangará og hon skal brúkast til at sýna bussar, lastbilar og onnur stór akfør.
Hendan høllin er beint uppat høllini, Akstovan longu hevur í Saltangará.
Akstovan sýnar persónbilar og vørubilar í Saltangará, men higartil eru lastbilar, bussar og stór viðfestakfør, sum tilsamans eru 240 í tali, sýnað í Havn.
Verður hendan høllin leigað afturat, kunnu øll akfør í Eysturoy sýnast í Saltangará. - Eysturoyggin er næststørsta øki í landinum, og tað er ein stórur fyrimunur, at bileigarar sleppa undan at brúka upp til fýra tímar til av avgreiða sýnini í Havn, sigur samgongan.
Men tað er neyðugt keypa útbúnað og at innrætta nýggju høllina og tað fer at kosta eina millión.