Akstovan og Sjóvinnustýrið í Sørvági

Umframt aðrar fyritøkur, eru nú eisini stovnarnir, Akstovan og Sjóvinnustýrið, á vinnuøkinum á Hálsi í Sørvági.

- Vit hava nógv tøkt lendi á vinnuøkinum í Sørvági, og áhugaði kunnu altíð venda sær til kommununa um grundstykki.

 

Tað sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, nú Sørvágur er í fokus í samband við Sørvágs Country-& Bluesfestival, sum verður næsta vikuskiftið.

 

Tað eru ikki nógvar bygdir, sum hava eitt so stórt vinnuøki í mun til fólkatalið, sum Sørvágur hevur á Hálsi, niðan av flogvøllinum.

 

Í 2006 varð farið undir at planera hetta økið, og sum árini eru gingin, eru nakrir vinnubygningar bygdir á økinum. Men, her er ríkiligt av plássi eftir til nógv bæði hugsandi og óhugsandi vinnuvirksemi aftrat.

 

Tað seinasta, sum er hent á vinnuøkinum hjá Sørvágs kommunu, er, at Akstovan hevur leigað seg inn í ein av bygningunum og hevur latið upp nýggja sýnshøll fyri Vágar.

 

Haraftrat er Sjóvinnustýrið eisini flutt inn í ein annan av bygningunum á hesum øki. Tað er bygningurin, sum sæst á myndini omanfyri.

 

Borgarstjórin fegnast um, at fólk í Vágum nú aftur kunnu fáa sínar bilar sýnaðar í oynni.

 

- Vit hava nógv tøkt lendi á vinnuøkinum í Sørvági, og áhugaði eru altíð vælkomin at venda sær til kommununa um grundstykki, sigur Sune Jacobsen.