Klaksvikingar høvdu stórar vónir til norska áleyparan, Stig Edvin Aksnes, men normaðurin livdi ikki upp til vónirnar, og tí er hann nú farin heim aftur til Noregs. Aksnes, sum sigst verða ein tann hægst lønti leikarin í landinum, var keyptur til Føroyar at skjóta mál, og tað hevur hann ikki gjørt nøktandi, og harafturat hevur normaðurin verið nógv darvaður av skaða, meðan hann hevur verið í Føroyum. Hinvegin fegnast tey í Klaksvík um, at danin Jacob Bymar tykist hava fingið gongd á málskjótingina.