Høgni Hoydal
Nú er heldur reglan enn undantakið í føroyskum politikki at siga seg vera ímóti, men vera fyri kortini. Seinasta dømið er at vera ímóti Irak-krígnum, men loyva bumbuflogførum í føroyskt loftrúm – og so spæla at vera ímóti ólógligum fangaflutningi
Eins og ein skógareldur breiðir seg ókeypis hyklið í føroyskum politikki: Ein er ímóti samgonguni, men atkvøður við henni og umboðar hana í formanssessi. Ein annar markerar seg við at vera ímóti skattalættum og ójavnaði, men atkvøður fyri og stuðlar tí samgongu, ið fremur ójavnan. Ein triði samtykkir yvirlýsingar at skipa fiskidagabanka, men atkvøður ímóti, tá uppskotið kemur. Ein fjórði er fyri umhvørvispolitikki, men er ímóti uppskotum, ið kunnu fremja hann. Ein fimti tosar um breiðar semjur og at taka avgerðir um framtíðina, men tekur ongar avgerðir og letur gamlan rossahandils- og áhugabólkapolitikk stýra øllum.
Hetta hava verið árini hjá skipaðu andsagnunum, har onki fær avleiðingar, og ongin verður settur til svars.
Og komandi árið sær longu út til at gerast tað stóra árið við ókeypis markeringum. Har politikarar senda ballónir upp í hópatali, sum teir sjálvir skjóta niður í verki.
Feskasta dømið fingu vit nú í Uttanlandsnevnd Løgtingsins. Somu politikarar, sum hava atkvøtt ímóti Irak-krígnum og mótmælt, at Føroyar gerast partur av hesum sorgarleiki, har 34.452 sivilfólk vórðu dripin í fjør, geva glaðbeintir sítt samtykki til, at amerikonsk flogfør nýta føroyskt loftrúm.
Onkur roynir síðani súmbolskt at mótmæla móti ólógligum fangaflutningi, tí tað hevur jú verið so nógv frammi alment. Sambært hesum, skulu fangar ikki flytast gjøgnum føroyskt loftrúm, men bumbur og vápn er í fínasta ordan. Bert ein mælti frá at geva loyvi – samsvarandi tí, ið Løgtingið hevur samtykt.
Samstundis royna somu politikarar at gykla fólki fyri, at eitt sonevnt Fámjins-skjal er trygdin fyri, at okkara loftrúm ikki verður misnýtt.
Teir vita eins væl og eg og tú, at um Uttanlandsnevndin tordi at siga nei og mótmæla, at okkara loftrúm verður nýtt til krígsendamál, so hevði danska stjórnin givið loyvi kortini. Og so var alt tosið um Fámjins-skjal og “ægte medinddragelse og indflydelse” avdúkað sum tað bluffið, tað er.
Tí er tað so nógv lættari at látast at vera ímóti, men vera fyri allíkavæl.
Úrslitið er, at líkasælan millum fólk breiðir seg eins skjótt og talið av ókeypis andsagnum. Akslayppini geva eftirhondini andsperri hjá fólki. Og líkasæla heldur enn fólkaræðislig luttøka og virkishugur verður lagið.