So leingi eg eri formaður í Javnaðarflokkurin, fer flokkurin ikki at samstarva við Fólkaflokkin.
So bersøgin var Aksel Johannsen, formaður Javnaðarfloksins, í løgtinginum í gjár, tá fíggjarlógaruppskotið til komandi ár var til viðgerðar. Hann endurtók hesa útsøgn í samrøðu við útvarpið í gjárkvøldið, har hann vísti á, at Javnaðarflokkurin ikki kann samstarva við ein flokk, sum tekur frá teimum fátæku og gevur teimum ríku. Hann vísti á, at samgongan hevur skorið í ALS, hevur skorið flestu almennar veitingar, hevur flutt pengar frá fátækum til rík, hevur givið teimum ríku skattalættar og teimum fátæku skattahækkingar.
Hetta er ein politikkur, sum minnir mest um politikkin hjá Republikanarunum í USA, og tann politikkin vilja vit ikki. Vit vilja ein politikk, sum byggir á vælferð til øll, og har samfelagsríkidømið verður býtt til øll.
Aksel Johannesen segði við Kringvarpið, at hann kann ikki samstarva við ein flokk, sum stendur fyri júst tí øvuta av tí, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Hann vísti eisini á, at hóast Sambandsflokkurin fyrr var ein sosial-liberalur flokkur, so er leiðslan í Sambandsflokkinum líka høgraekstrem, sum Fólkaflokkurin.
Men vit vóna, at Sambandsflokkurin kemur upp á betri tankar, segði hann.