Aksel vil steðga BankNordik við lóg

- Tað líkist ongum, at fólk skulu rinda fyri at hava lønar- og eftirlønarkonto í bankanum, sigur Javnaðarflokkurin, sum kannar møguleikan at steðga BankNordik við lóg

- Tað líkist ongum, at fólk skulu rinda fyri at hava lønar- og eftirlønarkonto í bankanum, sigur Javnaðarflokkurin, sum kannar møguleikan at steðga BankNordik við lóg.

 

Nýggjasta átakið hjá BankNordik hevur loypt øði í politisku skipanina. Frá 1. august skulu fólk gjalda 240 krónur um árið, bara fyri at hava eina konto í bankanum.

 

Les eisini: Skulu rinda fyri at hava konto í bankanum

 

Landstýrismaðurin í fíggjarmálum er farin at kanna, um tað ber til at steðga nýggjasta avgjaldinum, og somuleiðis er Javnaðarflokkurin til reiðar at taka stór stig.

 

Javnaðarflokkurin kannar í løtuni møguleikan fyri at leggja uppskot fyri tingið, so tað verður bannað bankunum at taka gjøld fyri at hava lønar- og eftirlønarkontur.

 

Tað boðar flokkurin frá í tíðindaskrivi í kvøld.

 

Flokkurin vísir á, at av tí, at tað er lógarkrav, at allir løntakarar hava konto í góðkendum peningastovni, eigur tað sjálvsagt ikki at kosta nakað at fáa hendur á egnum peningi, sigur Javnaðarflokkurin.

 

Somu áskoðan hevði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í samrøðu við Rás2 seinnapartin.

 

Les eisini: - Gjøldini eru órímilig


Javnaðarflokkurin vísir á, at tá ið samtíðarskattaskipanin kom í gildi í áttatiárunum, varð kravt, at allir løntakarar skulu hava konto í góðkendum føroyskum peningastovni.

 

- So leingi føroyskir løntakarar onki alternativ hava til at vera kundar hjá privatu bankunum, kann landið ikki góðtaka, at fólk verða kravd eftir gjaldi fyri at hava eina konto, sigur Javnaðarflokkurin í almennari fráboðan í kvøld.