- Vit hava útihýst møguleikanum fyri ar Javnaðarflokkurin fer í samgongu við Fólkaflokkin. Men annars fara vit ikki at læsa okkum fast.
Tað segði Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins á fólkafundinum í Runavík í dag.
Fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, mælti í síni tíð til at føroysku flokkarnir skipaðu seg í blokk uppundir løgtingsval, so at veljarin veit, hvønn politikk hann fær, tá ið hann velur ein ávísan flokk.
Hesum hevur fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum tikið undir við.
Men formaður floksins vil ikki vita av einum blokki, tí hann sigur, at flokkurin fer, har sum hann fær sín politikk á dagsskránna.
- Í spurninginum um loysing og samband kunnu vit í stóran mun semjast við Sambandsflokkin og í spurninginum um høgra og vinstra kunnu vit í stóran mun finna semju við Tjóðveldi - og teir smærru flokkarnir hava ikki so avgjørdar støður.
- Men læsa vit okkum fast í samstarvi við ávísar flokkar, skerja vit møguleikan fyri at koma í samgongu, sigur Aksel V. Johannesen.
Aksel V. Johannesen ger eisini greitt, at fer Javnaðarflokkurin í samgongu við Tjóðveldi, verður ikki talan um at taka loysing, ella at skerja ríkisveitingina.
- Og vit fara heldur at fremja kostnaðarmiklar yvirtøkur so leingi hall er á fíggjarlógini, tí vit fara ikki at yvirtaka málsøki, fyrrenn vit hava ráð til tað.
- Vit fara ikki at yvirtaka málsøki, har vit noyðast at hækka skattin, ella spara í útbúgving, heilsuverkið og aðrastaðni, fyri at fíggja yvirtøkuna. sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Men so, hvørt, vit verða ríkari, ber til at yvirtaka málsøki, til vit at enda hava ein sjálvberandi búskap, leggur Aksel V. Johannesen afturat.