-Tað er mín persónliga hugsan, at fosturtøkulóggávan eigur at endurskoðast, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum. Í gjár hevði ungdómurin sæti á Løgtingi, og fyrispurningar vóru settir løgmanni og landsstýrisfólkum.
Serliga vóru tey sokallaðu etisku málini av stórum áhuga fyri ungdómstingið, og Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, fekk ein fyrispurning um hvørt fosturtøkurlógin ikki eigur at endurskoðast.
Lógin, ið er frá 1956, hevur verið nógv umrødd seinastu árini, men enn eru ongar broytingar gjørdar á økinum.
-Eg ásanni, at lógin hevur tørv á at verða nútímansgjørd. Kvinnuáskoðanin í lóggávuni er als ikki tíðarhóskandi, sigur landsstýrismaðurin millum annað.
Hóast hetta, so er endurskoðanin av fosturtøkulóggávuni ikki eitt mál hjá samgonguni, og landsstýrismaðurin væntar heldur ikki, at undirtøka kann fáast um nakrar broytingar.
-Summi vilja herða lóggávuna, meðan onnur ynskja fría fosturtøku. Tað finst neyvan nøkur semja hvørki í andstøðuni ella í samgonguni, og tí verður trupult at gera nakrar stórvegis broytingar, sigur landsstýrismaðurin, sum kortini hevur ætlanir um at skapa eitt kjak um málið.