Aksel verður ikki drúgvur

Løgmaður hevur ikki lisið gamlar løgmansrøður, nú hann hevur fyrireikað seg at halda sína fyrstu ólavsøkurøðu

Tá ið Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður hevur sett løgtingið klokkan 13 í dag, fær Aksel V. Johannesen, løgmaður orðið. Tá fer hann at halda sína fyrstu lógarásettu løgmansrøðu. Setningurin er bundin á tann hátt, at løgmaður skal gera tað, sum honum er álagt í stýrisskipanarlógini, har tað verður sagt, at


§ 12. 
Á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja..

 

Á nýggjárinum helt Aksel V. Johannesen eitt sindur øðrvísi røðu, enn løgmenn undan honum hava hildið. Løgmaður sigur, at røðan í dag verður ikki heilt soleiðis, sum røðurnar plaga at vera:

-Eg havi ikki lisið røður, sum løgmenn áður hava hildið. Røðan verður umleið 25 minuttir til longdar og í hvussu so er undir ein hálvan tíma. Nú er nakað síðani, at vit fóru undir fyrireikingarnar. Hetta er røðan hjá løgmanni, og tað er í síðsta enda eg, sum geri av, hvussu hon verður snikkað til. Mannagongdin er tann, at eg havi sagt mínum fólkum, hvørjar ætlanirnar hava verið. So hava vit samskift við ráðini, og landsstýrisfólkini hava givið til kennar, hvat tey halda er týdningarmikið at hava við.

 

Er røðan bygt upp soleiðis, sum tær plaga at vera?

-Røðan er yvirskipað og við atliti til støðuna í landinum og ætlanirnar, sum landsstýrið hevur. Umframt løglistan verður hjálagt frágreiðing, sum lýsir málini meiri gjølla, enn tað er møguligt at gera í sjálvari røðuni, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hvat verður fokus?

-Í samgonguskjalinum er fólkavøkstur týdningarmikil partur. Tað fari eg at tosa um, og í hesum sambandi er hugaligt at staðfesta, at tað gongur rætta vegin, og at talið á teimum undir fjøruti er vaksandi. So eru tað reformarnir, sum vit hava fráboðað í samgonguskjalinum, og sum vit ætla at fremja í nýggju tingsetuni. Tað er týdningarmikið, at røðan verður krydrað við ítøkiligum søgum og lýsingum, og tað fari eg at gera, sigur løgmaður.

 

Fyrsta stóra orðaskiftið í nýggja tingárinum verður við støði í røðuni, sum løgmaður fer at halda ólavsøkudag. Stýrisskipanarlógin sigur,

§ 12. Stk. 2. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu.